Plakathús í Fuglafirði




Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Tíðindaskriv

30.08.2017 - 16:05

Mentan > List > Myndlist

Í samband við mentanardagarnar ið verða í Fuglafirði komandi vikuskifti, verður skipað fyri einari spennandi og forkunnugari søluframsýning. Framsýningin ber heitið Plakathúsið, og eru tað heili sjey føroyskir plakatmakarar, ið eru við á framsýningini.

Framsýningin er í hølunum hjá Norðoya Sparikassa á Muntra

Plakatmakararnir arbeiða sera ymiskt, og ger hetta, at heildin á framsýningini verður fjølbroytt og spennandi.

Framsýningin er skipað soleiðis at tey vitjandi eisini hava møguleika at keypa rammur til plakatirnar á staðnum.

Plakathúsið er ikki roynt áður, men vónandi fer tiltakið at eydnast somikið væl at tað verður ein afturvendandi táttur á mentanardøgunum.

Tey luttakandi eru: Ann-Mari Egholm, By Olafsdóttir, Fjord, Nivaniva, Rógvi Odvørson, Solart og The Petur. Myndlist selur rammur.