Mynd: Sverri Egholm

Pláss fyri 1500 áskoðarum til steypafinalurnar um góða viku



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Sverri Egholm

08.02.2018 - 22:35

Ítróttur > Ítróttur > Hondbóltur

Í løtuni er tað ein veggur av krympiplasti, sum skilir hallirnar, men tá fyrsta steypafinalan verður bríkslað í gongd leygardagin verða høllirnar eitt, og pláss verður fyri heili 1500 áskoðarum.

Eldri parturin av Høllini á Hálsi hevur seinastu tríggjar vikurnar verið undir umbygging. Hann skal gerast líka sum nýggja høllin, og um eina viku er klárt.

Tað sigur Dánjal Samuelsen, hallarleiðari í ítróttarhøllini á Hálsi. Hann greiðir frá, at umleið 500 sitipláss verða fyri báðar endarnar, og eisini góð 500 á langsíðuni. Serligt gólv verður eisini lagt á.

So tað er eingin ivi um, at tað verður undir heilt øðrum umstøðum enn vanligu umstøðurnar, har áskoðarar, spælarar og miðlar næstan ganga uppi á hvørjum øðrum, at steypafinalurnar í hondbólti verða leiktar næsta leygardag, og vónandi klára feløgini at fylla øll plássini.

Leygardagin og sunnudagin í hesari vikuni verður greitt hvørji lið hittast í steypafinaluni hjá kvinnum og monnum.