Mynd: Sverri Egholm

Plátur og dúkur loysnaðu á bovlinghøllini



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Sverri Egholm

14.01.2018 - 14:12

Tíðindi > Veðrið

Nógvi vindurin í nátt og fyrrapartin hevur ført til nógvar skaðar kring alt landið.

Í morgun klokkan hálvgun tíggju fekk løgreglan fráboðan um, at plátur og dúkur á Bowlinghøllini á Hálsi í Havn vóru loysnaðar.

Tilfar lá eisini á Hoyvíksvegnum. Hetta er nú rudda, og dúkurin er tryggjaður, so hann ongan veg fer.

Vit tóku nakrar myndir á Hálsi fyri løtu síðani.

Les eisini: Skaðar kring alt landið