Sissal Kampmann

Poesikvøld á Býarbókasavninum


Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn



Tíðindaskriv

16.03.2017 - 11:31

Mentan > List > Bókmentir

21. mars er altjóða poesidagur, og í hesum sambandi kastar Býarbókasavnið í Havn ljós á yrkingar og yrkjarar við at skipa fyri poesikvøldi.

Gestarithøvundar verða Sissal Kampmann, Trygvi Danielsen og Vónbjørt Vang. Á skránni verður upplestur og prát um poesi, har ymsir spurningar verða settir, so sum: hvaðani kemur íblásturin? og: hví skulu vit lesa/skriva yrkingar?

Sissal Kampmann er í 2017 tilnevnd Bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins fyri yrkingasavnið ”Sunnudagsland”, sum kom í 2016. Hon hevur júst fingið eitt árs starvsløn frá Mentanargrunni Landsins.

Trygvi Danielsen er á gáttini við einum nýggjum savni. Fyrsta savn hansara, ”The Absent Silver King”, kom í 2013, og í 2014 fekk hann virðislønina hjá Mentamálaráðnum til ungt listafólk.

Vónbjørt Vang er í gongd við sítt næsta yrkingasavn. Fyrsta savnið, ”Millumlendingar”, kom í 2011. Hon er bókavørður á Býarbókasavninum, har hon millum annað hevur ábyrgdina fyri savninum av yrkingasøvnum.

Arnbjørn Ó. Dalsgarð, býarbókavørður, verður vertur á poesitiltakinum týskvøldið.

Tíðindaskriv frá Býarbókasavninum