Jákup á Borg (Savnsmynd: Sverri Egholm)

HM upptakt: - Pogba verður besti leikarin

Ari av Rana

13.06.2018 - 15:51

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur

Portalurin hitar upp til HM í fótbólti, sum byrjar í morgin, við at seta venjarum í Betri-deildini hjámonnum 7 spurningar um hvat hesir vænta og vóna av kappingini.

Næsti maður í heita stólinum er Jákup á Borg, venjari hjá B36.

Hvørjum landsliðið stuðlar tú til HM?

- Eg haldi við teimum, sum Manchester United leikararnir umboða. Og har er tað nokk mest Ongland og Frakland. Sjálvandi stuðli eg eisini Ísland og Danmark.

Hvør vinnur HM?

- Eg vænti at Brasilia gerast heimsmeistarar. Týskland, sum annars altíð er eitt gott boð, hava mist eitt sindur. Frakland og Spania eru eisini spennandi, men eg meti at teir eru ov óstøðugir.

Hvør verður kosin besti leikari?

- Tað verður Paul Pogba. Manchester United leikarin hevur víst, at hann er best tá harðast leikar á.

Hvør verður toppskjútti?

- Eg vænti at tað verður Neymar. Tað er altíð ein á liðinum, sum kemur longst í kappingini. Eg vænti at Brasilia fer allan vegin og tí gerst Neymar nokk toppskjútti.

Hvat lið tekur øll á bóli?

- Eg vóni at tað verður Ísland, sum fer at standa seg betri enn nakar væntaði.

Hvat lið verður størsta vónbrotið?

- Ongland og Argentina. Enn einaferð.

Hvussu fer HM at ávirka tín gerandisdag?

- Eg fari at fylgja so væl við sum gjørligt. Tað verður familjuløtur við soninum og dóttrini. Eg fari neyvan at síggja allar dystirnar, og hevði neyvan hugt eftir eitt nú Russland og Saudi Arabia, um tað ikki var byrjanardysturin.



beint nú