Pokemon Go: Løgreglur biðja fólk vísa ans

Steinar Patursson

18.07.2016 - 19:35

Tíðindi > Vinna & Tøkni > KT-vinna

Nýggja Pokemon Go spælið hevur seinastu vikuna veruliga gjørt um seg um allan heim, og fólk í so at siga øllum aldrum hugna sær við at fanga lítlu Pokemon djórini.

Men spælið er vorðið so væl umtókt, at løgreglurnar í nógvum londum eru farnar at leggja út vegleiðingar til spælararnar, tí at fólk eru so íðin at spæla, at tey geva ikki umstøðunum ans, og í nógvum førum bróta tey lógina.

Fleiri staðni hevur løgreglan mint Pokemon spælarar á, at hóast tað er stuttligt at fanga allar pokemonarnar, so er kortini neyðugt at virða bústaðir og ognir hjá øðrum, og fólk verða biðin um at halda seg burtur hagani, ið tey einki hava at gera.

TV2 skrivar í dag, at ein kvinna í Slagelse hevði heili tríggjar ferðir fingið vitjan, har fólk vildu inn í íbúð hennara at fanga ein pokemon. Ein teirra var bara farin inn í íbúðina uttan at spyrja um loyvi.

Samstundis verður gjørt vart við, at pokemonar skulu ikki fangast frá koyrandi akførum, tí tað kann vera sera vandamikið, og annars skulu fólk vísa umstøðunum ans, tá tey eru úti og leita eftir pokemonum.