Poker: Svenskari dró longra stráði móti føroyingi í DM



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Sverri Egholm

11.09.2017 - 22:50

Ítróttur >

Seinastu dagarnar hevur Sigurð D. Carlsson luttikið í DM í poker. Hann var við rættiliga leingi, og var í kvøld á finaluborðinum og var eisini millum tveir teir síðstu.

Eitt skiftið lá Sigurð fremst og hevði flest pokerkips. Til síðst fór hann all-in, men tað gekk ikki hjá honum, tí sviin Paul Kristoffersson hevði eina betri hond, og vann harvið kappingina.

Havnarmaðurin fer tó ikki tómhentur heimaftur, tí við øðrum plássi fylgir ein vinningur á 345.000 krónur. Sviin, sum nú kann kalla seg danmarksmeistara, fær 604.040 krónur heim við sær.