Roman Polanski (Mynd: EPA)

Polanski kann ikki rættarsøkjast fyri mál um kynsligt misbrúk av ómyndugum



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Ari av Rana

10.01.2018 - 21:19

Mentan > List > Filmslist

Kendi franskt-pólski filmsleikstjórin, Roman Polanski, kann ikki rættarsøkjast longur fyri sak frá 1975 um misbrúk av 10 ára gamlari gentu. Sakin er nú fyrnað.

Rætturin í Los Angeles hevur boða frá, at sakin er ov gomul, til at nakað kann gerast við hana nú. Tað skrivar filmstíðindastovan Deadline.

Sambært ákæranum, Marianne Barnard, gjørdi Polanski seg kynsliga inn á hana, tá hon var til eina myndatøku á einari strond í Los Angeles fyri meiri enn 40 árum síðani.

Hetta er ikki einastu ferðina, at Roman Polanski er ákærdur fyri at hava gjørt seg inn á ein gentur. Í 1977 var hann handtikin í USA, fyri at hava gjørt seg kynsliga inn á eina 13 ára gamla gentu.

Tað ferðina flýddi Polanski, sum hevur polskan og franskan statsborgaraskap, og síðani hevur stríð verið um at fáa hann útflýggjaðan. So seint sum í 2015 noktaði ein dómari í Pólland at útflýggja Polanski.