(Savnsmynd: EPA)

Polar Nanoq: 13 av manningini skulu vitna í Íslandi

Ingi Samuelsen

23.06.2017 - 06:00

Tíðindi > Ísland

Nógv umrødda málið um drápið á Birnu Brjánsdóttir í Íslandi, byrjar í rættinum 18. juli. Í fyrstu atløgu skulu átta av starvsfeløgunum umborð á grønlendska trolaranum møta í rættinum sum vitni.

Seinni skulu fimm aðrir av manningini geva rættinum sína forkláring. Ein teirra er grønlendski maðurin, sum í fleiri dagar var fongslaður í málinum, upplýsir íslendski ákærin, Kolbrún Benediktsdóttir fyri grønlendska kringvarpinum.

Fyrsti rættarfundurin verður í summar, tí trolarin Polarin Nanoq tá liggur í havn í Reykjavík nakrar dagar. Polar Nanoq spælir ein stóran leiklut í drápsmálinum, tí tað var her grønlendski maðurin, ið er ákærdur fyri drápið, arbeiddi. Hann hevur verið fongslaður síðan januar mánaða

Líkið av Birnu Brjkánsdóttir varð funnið 22. januar á eini strond sunnan fyri íslendska høvuðsstaðin, Reykjavík, eina viku eftir at hon hvarv.

Sambært íslendskum miðlum, er grønlendski maðurin ákærdur fyri dráp og roynd at smuggla 23 kilo av hassji við trolaranum.

Í ákæruritinum er eisini eitt krav um endurgjald til foreldur Birnu á 10,5 milliónir íslendskar krónur, umleið 655.000 danskar krónur.

Maðurin hevur alla tíðina nokta seg sekan í at hava dripið Birnu Brjánsdóttir, skrivar knr.gl.