Politikarar mugu taka stig til at fáa oyggjaleikir til Føroyar



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Ingi Samuelsen

13.05.2015 - 07:11

Tíðindi > Samfelag & Politikkur > Landspolitikkur

- Tá løgmaður einki ger uttan at renna undan ábyrgd, so mugu onnur taka stig. Tí fari eg í næstum at kalla umboð fyri flokkarnar saman so vit – saman við ÍSF – fáa tikið neyðug stig fyri at fáa oyggjaleikirnar til Føroyar sum skjótast.

Soleiðis sigur Kristina Háfoss, tingkvinna fyri Tjóðveldi, sum – milt sagt – er sera vónsvikin av vantandi huginum hjá løgmanni at gera nakað fyri at fáa oyggjaleikirnar aftur til Føroyar.

Herfyri setti hon løgmanni eina røð skrivligum spurning um støðuna viðvíkjandi oyggjaleikum og hvørji tiltøk eru sett í verk fyri at fáa oyggjaleikirnar aftur til Føroyar.

Í gjár kom svarið frá løgmanni, og tað var stutt, tí løgmaður vísir á, at tað ikki er landsstýrið, sum søkir um vertsskap fyri oyggjaleikir, og vísir tí tingkvinnuni til ÍSF.

- Hetta er alt annað enn nøktandi. Tað er iki uttan orsøk, at ÍSF mátti taka aftur umsóknina um at fáa oyggjaleikirnar til Føroyar í 2019, og tað er heldur ikki uttan orsøk, at ÍSF hevur fráboðað, at ongin umsókn verður latin inn til oyggjaleikafelagsskapin um at fáa leikirnar til Føroyar í 2021. Skulu Føroyar fáa undirtøku fyri eini umsókn er neyðugt, at landsstýrið og øll tann politiska skipanin stendur saman um hetta, sigur Kristina Háfoss í hvassari viðmerking. Viðmerkingin kann lesast á lesarin.fo

Føroyar hava bert einaferð fyrr verið vertur fyri oyggjaleikir. Tað var í 1989. ÍSF søkti og fekk vertskapin fyri leikirnar í 2019, men tók umsókning aftur, tá tað vísti seg at tað ikki var neyðugur uppbakningur frá almennari síðu, eitt nú við at fáa nøkur neyðug ítróttaranlegg til vega, eitt nú eina golfbreyt.