Mugabe hevur higartil verði væl stuðlaður av herinum. Myndin er frá tá tjóðartingið varð sett í september (Mynd: EPA)

Politisk óvissa valdar í Simbabvi



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Ingi Samuelsen

15.11.2017 - 07:54

Tíðindi > Uttanlands > Annað

Politisk óvissa valdar í suðurafrikanska landinum Sikbabvi, sum síðan 1980 hevur verið leitt undir harðari hond frá nú 93 ára gamla Robert Mugabe.

Herurin í Simbabvi avsannar í morgun, at hann hevur tikið valdið í landinum. Tað boðaði ein talsmaður fyri herin í eini sjónvarpsrøðu í statsligu ZBC-sjónvarpsstøðini, sum herurin hevur tikið valdið á.

- Hetta er ikki eitt hernaðarkvett. Vit vilja tryggja tjóðina um, at Hansara Hátign og familja hansara eru trygg, segði generalurin sambært AFP-tíðindastovuni.

Generalurin greiddi frá, at tað eru brotsfólk rundan um forsetan, ið fremja lógarbrot og skapa sosialan og búskaparligan ójavna.

- So skjótt okkara ørindi eru greidd, gerst alt vanligt aftur, sannførdi generalurin um í sjónvarpsrøðuni.

Sambært AFP vóru skot at hoyra nærhendis bústaðnum hjá Robert Mugabe í høvuðsstaðnum Harare, bert ein tíma undan, at sjónvarpsrøðan varð hildin. Eisini eru spreingingar hoyrdar í býnum, skrivar AP-tíðindastovan.

Fleiri hernaðarakfør eru at síggja í gøtunum í býnum, eftir at ovasti herleiðarin, Constantino Chiwenga, hevur hótt við at syrgja fyri at skapa politiskan frið í landinum. Hetta varð av forsetanum og viðhaldsfólkum hansara í gjár fatað sum ”landsskaðiligt virksemi”.

Tað var mánadagin, at Chiwenga generalur blandaði seg í stríðið, sum stóðst av, at Mugabe koyrdi varaforseta sín frá. Herurin hevur á áratíggjur verið amboðið hjá Mugabe at varðveita valdið í landinum, skrivar Reuters tíðindastovan. 93 ára gamli Robert Mugabe hevur verið forseti í Simbabvi síðan 1980.

Amerikanska sendistovan í Simbabwi hevur, sambært Reuters, biðið starvsfólkini um at vera verandi heima í dag. Sendistovan skrivar á heimasíðu síni, at hon hevur stongt í dag, og rátt verður á amerikanskum ríkisborgarum at lata vera við at fara út fyribils. Líknandi boð hevur bretska sendistovan sent út.

Robert Mugabe tók í farnu viku avgerð um at koyra varaforsetan, Emmerson Mnangagwa, frá. Forsetin ákærir hann fyri at royna at taka yvir valdið í landinum. Forsetin hevur sagt, at Mnangagwa skal hava brúkt gandakynstur fyri at koyra seg frá.

Mnangagwa hevur havt stuðul í herinum, og hevur verið hildin at vera tann natúrligi avtakarin hjá Mugabe. Nú er hann flýggjaður úr landinum. Síðani eru yvir 100 viðhaldsfólk hjá Mnangagwa revsað.