Mynd: Sverri Egholm

- Politiska landslagið er vorðið smalari á MBF-politiska økinum

Jens Hákun Leo

01.05.2017 - 17:30

Tíðindi > Samfelag & Politikkur > Arbeiðsmarknaður

Tá ið Tóra við Keldu, forkvinna í MBF, tók orðið til 1. mai dagshaldið á Vaglinum í Havn í dag, vóru tað í høvusðheitum korini hjá fólki við rørslu- ella menningartarni, sum vóru á breddanum hjá henni.

Harundir helt hon fyri, at politiska landslagið í Føroyum er vorðið smalari á tí MBF-politiska økinum, skilt á tann hátt, at allir flokkar á tingi nú hava somu sjónarmið viðvíkjandi spurninginum um, hvussu føroyska samfelagið eigur at verða skipað, tá tað kemur til viðurskiftini hjá fólki, ið bera brek.

Hvar bleiv høgra-vinstra politikkurin av, spurdi hon í hesum sambandi heldur kritisk yvirfyri omanfyrinevndu sannroynd, og førdi fram, at einans fimtihvør persónur við rørslu- ella menningartarni er at finna á føroyska arbeiðsmarknaðinum.

Tóra við Keldu vísti í aðrar mátar á týdningin av einum góðum arbeiðsumhvørvi, og at øll hava sama rætt til arbeiði, uttan mun til brek.

Hon var tann næsta av trimum røðarum, sum tóku orðið til 1. mai dagshaldið á Vaglinum í dag. Hinir báðir røðararnir vóru Jørleif Kúrberg, ferðaleiðari, og Kári Johansen, arbeiðsmaður.