Petur Elias Petersen, ÍSF-forseti, hevur í dag givð boð um at Føroyar ikki gerast vertir fyri Oyggjaleikunum í 2019.

Politiska skipanin arbeiðir ov seint - Oyggjaleikirnir 2019 avlýstir



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Jógvan Hugo Gardar

28.06.2014 - 23:58

Ítróttur >

Tað vera ongir Oyggjaleikir í Føroyum í 2019. Hetta hevur ÍSF boða Oyggjaleikanevndini frá á fundi á Jersey í dag

Í samrøðu við Kringvarpið sigur ÍSF-forsetin Petur Elias Petersen, at Føroyar ikki hava tær neyðugu 12 ítróttargreinarnar uppá pláss.

- Tí kunnu vit ikki skipa fyri leikunum í 2019 sum ætlað. Vit hava hildið og vónað, at alt kom uppá pláss, men so varð ikki, segði Petur Elias Petersen.

Hann sigur at tað ber ikki til at bjóða seg fram og bara vóna, at alt verður liðugt.

Hann vísir á at politiska skipanin hevur arbeitt munandi seinni enn væntað við teimum fyrireikingunum teir hava ábyrgdina av.

Nú føroyingar hava bakka út, so verður tað í staðin spanska oyggin Menorca, ið skal vera vertur fyri Oyggjaleikunum í 2019.

Menorca er ein av Balearunum, ið liggja í Miðjarahavinum, og eru ein partur av Spania. Oyggin hevur navnið Menorca, tí hon er minni enn grannin Mallorca.