Mynd: EPA

Pólland fær leikbann eftir dystin móti Qatar

Sverri Egholm

01.02.2015 - 01:51

Ítróttur > Ítróttur > Hondbóltur

Nógv rok hevur verið um HM í Qatar. Millum annað tí at Qatar hevur verið uppá innkeyp eftir góðum leikarum, tó innanfyri galdandi reglar, men eisini orsaka av dómarunum.

Qatar og Pólland leiktu í gjárskvøldið hálvfinaluna og Qatar vann hana 31-29 og eru harvið í finaluni og skulu spæla móti Fraklandi í morgin.

Sambært pólsku leikarunum var tað dømingin hjá dómarunum, sum gjørdi, at teir ikki vunnu dystin.

Mynd: EPA

Eftir dystin vóru pólendingarnir ikki nøgdir við dømingina, og vístu tað við at standa beint frammanfyri báðar dómararnar og klappa. Ein pólskur spælari gjørdi eitt tekin við fingrunum sum merkir pengar. harvið kann man rokna við at hesin leikarin meinar við at dómararnir hava fingið pengar fyri at døma til Qatar.

Tað eru tó ikki spælarirnir sum fáa leikbann, men ítróttarstjórin Rafal Markowski, sum fær bann í 6 mánaðar, hetta sigur IHF í dag sambært tv2.dk.

Eftir øllum at døma fór Marskowski beint eftir dystin yvir til dómaraborðið og vísti ósømiligan atburð. Eisini fær pólska hondbóltssambandi eina bót. Hvussu stór bótin er, er enn ikki komið fram.

Pólsku spælararnir, sum klappaðu og háðaðu dómararnir fáa onga revsing.