Pontus Elofsson, Birgir Enni og Hávarður Enni

Pontus fortelur um biodynamisk vín

Ingi Samuelsen

24.07.2014 - 19:45

Tíðindi > Lívsstíls- & brúkaraevni > Matur & matgerð

- Á Noma matstovuni lærdi eg meg at síggja dygdina í at hava stutta frástøðu frá matframleiðslu til borðiskin. Tú kundi næstan smakka náttúruna í matinum. Um tú skalt finna tað somu stuttu frástøðuna í víni, so skalt tú fara eftir teimum økologisku og biodynamisku vínunum.

Soleiðis sigur Pontus Elofsson, vínkennari, sum fyrr hevur arbeitt sum sommelier á víðagitnu matstovuni Noma í Keypmannahavn. Eftir at hann er givin í matstovuvinnuni, hevur Pontus lagt seg eftir at innflyta júst økologisk og biodynamisk vín til Danmarkar, har hann býr, og til Svøríkis, haðani hann er frá.

Áhugin at keypa vín frá honum er stórur, og millum keypararnar er Noma og eisini Koks á Hotel Føroyum.

Í hesum døgum er Pontus Elofsson í Føroyum, og í kvøld verður ein serligur møguleiki at smakka hansara vín og fáa meira at vita um vín, sum eru gjørd økologisk og biodynamisk.

Tá verður eitt serligt vínsmakkingarkvøld við tónleiki umborð á Norðlýsinum. Tey vínini, sum Pontus hevur við til Føroya á hesum sinni er eitt brúsandi vín úr Fraklandi og tvey sløg av víni úr Italia, eitt hvítt og eitt reytt.

Serliga vínsmakkingarkvøldið umborð á Norðlýsinum verður soleiðis fyriskipað, at Birgir Enni, skipari/kokkur á Norðlýsinum fer at borðreiða við síni gitnu fiskasúpan, og so verður møguleiki at smakka vínini frá Pontus Elofsson afturvið.

Tónleikur verður eisini. Stanley Samuelsen, sum í hesum døgum ferðast runt oyggjarnar í sambandi við at tað eru fimmti ár síðan hann byrjaði sum tónleikari, fer at syngja sínar sangir, og eisini fer Kristian Blak at spæla á klaver.

Tiltakið er eitt av fleiri, ið Norðlýsið hevur í summar í sambandi við at tað eru 25 ár síðan at Birgir Enni byrjaði at sigla við ferðafólki. Í kvøld verður lagt frá landi, og siglt verður runt í góðveðrinum innan fyri molan og út í Sandagerð.

Um áhugin er størri enn Norðlýsið er góðtikið til, verða seglbátarnir hjá soninum Hávarði, Enniway og Black Lady, eisini við í tiltakinum.