(Mynd: Shutterstock)

Porno ávirkar hvussu tannáringar síggja kvinnur



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Oda Strøm

04.03.2018 - 10:25

Mentan > Mentan > Barna- og ungdómsmentan

Tannáringar í dag hyggja nógv meira at porno enn foreldur eru tilvitað um, og tað tey hyggja at, er nógv meira ógvusligt, enn foreldur kunnu ímynda sær. Tað er niðurstøðan í eini grein í the New York Times

Ein bretsk kanning vísti fyri kortsíðani, at 65 prosent av 15 og 16 ára gomlum høvdu sæð pornografi, harav tey flestu longu høvdu sæð tað sum 14 ára gomul. Hetta kann vísa seg at vera ein trupulleiki, tí ein onnur kanning hevur víst á, at tað er samband millum at síggja porno á ungum aldri og at ynskja at hava vald á kvinnum. 

Greinin í New York Times vísir á, at flestu foreldur vita ikki, hvussu tað mest vanliga pornografi sær út, hvussu nógv børn teirra hyggja at tí, og hvussu tað ávirkar tey. Foreldur vita stutt sagt ikki hvørjar upplivingarnar hjá ungu fólkunum við porno eru. 

Størstu pornoheimasíðurnar, sum t.d. Pornhub, fáa meira vitjanir enn Netflix, Amazon og Twitter samanlagt, við 28,5 mia. vitjanum í 2017. Hesar ókeypis heimasíður eru samstundis tær, ið vísa sera ógvusligar myndir av kvinnum, sum verða múlabundnar og fáa onnur ógvuslig ting gjørd móti sær. Ein kanning frá 2010 vísti nevnliga, at 88 prosent av teimum 50 mest seldu pornofilmunum innihildu kropsligan ágang móti kvinnuligu leikarunum og 48 prosent innihildu málsligan ágang.