Mynd úr Sandavági fyri løtu síðani (Mynd: Torkil Djurhuus)

Portalurin álopin meðan grindin legði beinini

Sverri Egholm

12.08.2015 - 18:54

Tíðindi > Vinna & Tøkni > Tøkni & vísindi

Beint sum grindin bleiv hildin til í Sandavági varð Portalurin álopin.

Hetta førdi við sær, at fólk sum royndu at sleppa inn um 18 tíðina ikki sluppu inn á Portalin. Hetta eru sokallaði DDoS álop og nú eru tey ógvusligari enn nakrantíð áður.

Fyrr í summar vóru tað eisini trupulleikar við álopum á føroyskar heimasíður. Telefyritøkurnar Vodafone og Føroya Tele vóru álopnar. Tá vóru tað umhvørvisfelagsskapir, sum tóku ábyrgdina av álopunum.

Tað er tí lítið sannlíkt at álopið í kvøld, ikki var orsakað av grindadrápinum í Sandavági.

Í samstarvi við Synack betrar Portalurin trygdarskipaninar, men umhvørvisfelagsskapirnir leypa á uppá ymiskar mátar. Men alt verður sett inn fyri at hava Portalin so regluligan sum gjørligt.

Ragnar Joensen, trygdarserfrøðingur hjá Synack, segði við Portalin síðst í juli mánaða, at vit ikki skulu vænta at álopini steðga í bræði, men ilt er at siga hvussu leingi tað heldur fram.

Les eisini: KT-sefrøðingur: Álopini fara at halda fram