Portugal greiður Eurovision-vinnari

Rakul Matras Absalonsen

14.05.2017 - 10:00

Mentan > Tónleikur > Tónleikakappingar

Salvador Sobral úr Portugal vann ársins Eurovision tónleikakappingina, sum var í Kiev í Ukreina í gjárkvøldið. Við sanginum Amar Pelos Dois, var Salvador Sobral greiður vinnari við 758 stigum, 143 stig meir enn Bulgaria á øðrum plássi.

Hetta er fyrstu ferð, at Portugal vinnur Eurovision, hóast landið hevur luttikið 48 ferðir.

Svøríki varð nummar 5, Noreg nummar 10 og Danmark nummar 20. Ísland og Finnland komu ikki víðari frá hálvfinalunum.