Mynd: Jens Kr. Vang

Portugal greitt omaná nú liðini fara til hálvleiks

Niels Petersen

10.10.2016 - 19:34

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur

At portugisisku leikararnir duga at spæla seg til málmøguleikar sóðu vit í ríkiligt mát fyrstu 45 minuttirnar á Tórsvølli. Føroysku leikararnar royndu fyrstu minuttirnar at stressa Portugal langt frammi á vøllinum, men sum minuttirnar gingu, hasaði tað av, og gestirnir tóku tamarhaldið á miðvøllinum.

Longu eftir 12 minuttir gekk tað galið.
Joao Mario spældi kombinatiónspæl við Cristiano Ronaldo, og prikingin inn um verjuna verður blokerað, men fellur beint fyri føturnar á André Silva, sum smeyg sær inn um verjuna og legði Portugal á odda úr stuttari fjarstøðu.

Trýstið bert øktist móti føroyska málinum, og eftir 22 minuttum slapp Ricardo Quaresma at leggja bóltin væl innfyri. Bæði Atli Gregersen og Gunnar Nielsen fingu nerting á bóltin, men sami André Silva var aftur har, tá bólturin fall heppið fyri føturnar á honum, og skoraði við snildum skallara.

Síðsta málið undan steðginum kom eftir 37 minuttum, og enn einaferð merkt av, at portugisar fingu kanska dekan ov nógv pláss uttanfyri feltið. Joao Cancelo kom fram við, smekkaði til, og bjargingin frá Gunnari fall enn einaferð beint fyri føturnar á André Silva, sum lættliga kundi skora sítt triðja mál.

Her er nógv at tosa um í hálvleikinum.