Cristiano Ronaldo gjørdist matchvinnari, sendi Marokko út, og skrivaði søgu í Moskva

(Mynd: EPA)

Ronaldo-mál tryggjaði kroysta Portugal sigurin

Agnar Frederiksen

20.06.2018 - 15:01

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur
Tað vóru bert spældir tríggir minuttir á stóra Luzhniki leikvøllinum í Moskva áðrenn Cristiano Ronaldo sló til. 33 ára gamli Real Madrid-leikarin, ið varð kosin til heimsins besta leikara í vetur, skoraði hattrikk í dystinum ímóti Spania fríggjakvøldið. Hann legði aftur Portugal á odda tíðliga í dystinum í dag. Talan var um ein frálíkan stútara eftir eitt gott innlegg frá Joao Moutinho í samband við eitt hornaspark. Hetta var landsliðsmál nummar 85 hjá Ronaldo, og harvið er hann tann evropeiski leikarin í søguni, ið hevur skotið flest mál á landsliðinum.

Fyriuttan málið høvdu Portugal og Ronaldo ikki nógv at bjóða uppá í álopspartinum. Marokko spældi væl; norðurafrikanska landið var ágangandi, og skapti eina rúgvu av vandamiklum støðum. Liðið hjá Hervé Renard var omaná tað mesta av dystinum. Marokko hevði nógv royndir ímóti, og skapti fleiri góðar møguleikar, men verjan hjá Portugal kom fyri nógv, og málverjin Rui Patricio var tryggur, og hevði nakrar góðar bjargingar.

Marokko skuldi vinna fyri at gera sær realistiskar vónir um koma víðari. Hetta sást eisini, men tað manglaði kynisman, hóast liðformaðurin Mehdi Benatia var vandamikil við deyðbóltsstøður og Belhanda, Zyiech og hinir royndu seg. Leikarar, bonkur og fjepparar hjá Marokko vildu eisini hava brotsspark tvær reisur í 1.hálvleiki. 

Tað var ikki pent ella sannførandi. Men evropemeistararnir vóru effektivir, og hava nú eitt sera gott útgangsstøði undan seinasta dystinum ímóti Iran. Eitt stig er allarhelst nóg mikið hjá Ronaldo og co í tí dystinum. Marokko er hinvegin úti eftir tveir teprar ósigrar. Í dag kunnu teir í øllum førum iðra seg um, at teir ikki fingu nakað burturúr dystinum.

Klokkan 19.00 í kvøld spæla Spania og Iran. Næsti dystur er í bólki A; har hittast Uruguay og Saudi Arabia, og Uruguay kann spæla seg víðari við sigri. Tann dysturin byrjar klokkan 16.00

Portugal - Marokko 1-0(1-0)

4.min 1-0: Cristiano Ronaldo