(Mynd: EPA)

Portugal: Yvir 50 deyð í ógvusligum skógareldi



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Ingi Samuelsen

18.06.2017 - 12:45

Tíðindi > Uttanlands > Vanlukkur

Talið av deyðum í ógvusliga skógareldinum í Portugal bara veksur. Grannalond senda nú hjálp til landið. Antonia Costa, forsætisráðharri, kallar eldin størsta sorgarleikin í Portugal í fleiri ár.

Tað eru fleiri skógareldar miðskeiðis í Portugal, sum nú hava tikið yvir 50 mannalív og eitt tilsvarandi tal hava fingið skaða, skriva miðlar. Minst 20 av teimum deyðu sótu í bilum, ið vórðu fangaðir av eldinum, skrivar nrk.no.

- Hetta er størsti sorgarleikurin, vit hava upplivað í nógv ár. Nú ræður um, at fáa fólk burtur, sum eru í vanda, sigur Antonio Costa, forsætisráðharri við AP-tíðindastovuna.

Sambært Jorge Gomes, ein talsmaður fyri innanríkisráðið, doyðu 22 fólk í bilum, ið vórðu fangaðir av eldinum millum Figueiro dos Vinshos og Castanheira de Peira. Trý onnur eru deyð av roykeitran.

Eisini fleiri sløkkiliðsmenn eru innlagdir við roykeitran.

Arbeitt verður undir hátrýsti við at halda pumpurnar ígongd.

- Hetta er sum ein oyðimørk við trøum. Her er eingin væta og alt er ógvuliga turt. Trøini standa tætt og fleiri smáar bygdir eru í økinum. Orsaka av nógvum vindi breiðir eldurin seg eisini yvir um vegir, og eldurin tekur alt. Hús, bilar, alt. Hetta er ein vanlukka, sigur eitt umboð fyri vatnveitingina í økinum í samrøðu við NRK.

Sambært ES-nevndarliminum fyri neyðhjálp og krepputilbúgving, Christos Stylianides, hava Spania og Frakland sent flogfør til Portugals fyri at hjálpa til við sløkkingini.

Portugisiskir miðlar hava seinastu dagarnar ávarað móti vandanum fyri skógareldum, millum annað í valumtókta ferðafólkaøkinum Algarve har suðuri í landinum.

Hitin hevur seinastu dagarnar ligið um 40 stig.