Gunnar Nielsen

Portugisar seta trygdarkrøvini á hotellinum

Ingi Samuelsen

09.10.2016 - 11:22

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur

Tað er ikki vanligt í fótbóltshøpi, at tveir leikarahópar, sum skulu møtast í týðandi landsdysti, búgva á sama hotelli. Men soleiðis hevur altíð verið í Føroyum. Bæði føroyingar og útlendingar, dómarar og officials búgva á Hotell Føroyum.

Í gjárkvøldið var óvanligt rok á hotellinum, tá portugisisku stjørnurnar komu á hotellið. Skríggjandi børn og tilbúnir autografveiðimenn stóðu til reiðar at fáa orðið og autografin frá, serliga, Cristiano Ronaldo.

Spurningurin er, um hetta ikki hevur órógvað fyrireikingarnar hjá føroyska liðnum.

Tað halda leikararnir tó ikki.

- Portugisiskir trygdarvørðar hava sett trygdarkrøvini á hotellinum, og tað er ein spurningur um tað er í lagið. Um ikki vit – tað vil siga FSF – burdu gjørt greitt, at tað eru vit, sum hava heimavøllin. Tað er nakað, vit kunnu taka upp, sigur føroyski málverjin, Gunnar Nielsen.

Hann heldur ikki, at talan er um ein trupulleika av týdningi.

- Einasti trupulleikin er, at vit ikki hava kunnað ferðast á hotellinum, sum vit plaga, tí summi øki hava verið stongd av portugisisku trygdarvørðunum. Eitt nú skuldu vit út, tá vit skuldu av kaparinum og oman til venjingarhølið. Tað var eitt sindur irriterandi, sigur Gunnar Nielsen.

Heldur ikki Hallur Hansson sær hetta sum tann stóra trupulleikan.

- Vit eru jú ikki vanir við slíkt hóvasták. Vit vóru eitt sindur av børnum, sum royndu at sleppa framat portugisunum umvegis okkara kømur. Tað var eitt sindur irriterandi, men onki problem, sigur Hallur Hansson.