Her snýtir Hallur Hansson ein av ungarsku miðvallarunum (Mynd: Jens Kr. Vang)

Portugisar skriva um Føroyar og Andorra

Niels Petersen

06.10.2016 - 17:19

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur

Diário de Notícias er tíðindablað úr Portugal, og nú portugisiska fótbóltslandsliðið skal spæla móti Andorra og Føroyum, ávíkavist fríggjakvøldið og mánakvøldið, hava tey valt at skriva eina grein um smáu fótbóltstjóðirnar.

Tíðindamaðurin, Rui Marques Simoes visti ikki tað heilt stóra um føroyska liðið, so hann vendi sær til Portalin, og her fekk hann fatur á Jens Hákun Leo, sum skrivar fyri føroyska netmiðilin. Portugisiski starvsfelagi okkara setti Jens Hákuni nakrar spurningar, sum til dømis, hvussu føroyska kappingin er skipað, um leikararnir eru amatørar, og hvat Portugal kann vænta sær á Tórsvølli mánakvøldið. Somu spurningar hevur hesin góði Rui Marques eisini sett journalisti úr Andorra, og út frá hesum hevur hann síðani skrivað eina upptaktsgrein til landsdystirnar. Ein av niðurstøðunum er, at í Føroyum vóru vit meira bjartskygd, enn tey eru í Andorra.

Í greinini, verða ymisku yrkini hjá teimum leikarunum, sum ikki spæla professionellan fótbólt umrødd, og hildið verður, at tað er stuttligt, at krambakallar og timburmenn spæla móti europameistarunum.

Á pappírinum eru Andorra og Føroyar nógv veikari enn Portugal í bólki B, og tí eigur Portugal at vinna lættliga, tað eru Jens Hákun og journalisturin úr Andorra eisini samdir um, men í greinini framgongur, at portugisin heldur føroyingin verða meira bjartskygdan enn starvsfelagin úr Andorra.

- Munurin millum Andorra og Portugal er skelkandi, sigur starvsfelagi okkara, Victor Duaso, sum skrivar fyri tíðarritið Bon Dia. Hann leggur afturat, at fótbólturin sum Andorra spælur er ræðuliga vánaligur.

Jens Hákun Leo er ikki so dapurskygdur. Hann nevnir, at hetta er kanska besta føroyska landsliðið nakrantíð, og grundgevur við báðum sigrunum á Grikkalandi, men serliga vísir hann á úrslitið í fyrsta dystinum í bólkaspælinum, tá Ungarn vitjaði á Tórsvølli.

Andorra hevur um 80.000 íbúgvar og liggur kroyst millum Frakland og Spania. Har eru heilt fáir leikarar sum spæla fótbólt fulla tíð, og meginparturin eru amatørar, og spæla í heimligu kappingini á Iberisku hálvoynni.

Jens Hákun nevnir móti endanum, at Føroyar hava 12 av 23 leikarum, sum spæla fótbólt uttanlands, og hann metir, at sjey til tíggju stig ikki eru órímulig hjá føroyska liðnum at røkka. Hann nevnir, at Føroyar hava ment seg rættuliga nógv í seinastuni, ikki minst takkað verið framkomnari og professionellari ungdómsmenning. Hann leggur tó afturat, at landsliðini síðst í 90-unum og fyrst í 00-unum eisini vóru rættuliga sterk.

- Eg eri sannførdur um, at føroysku leikararnir fara at síggja dystin móti Portugal sum eina finalu, og hetta kann gerast hóttanin móti Portugal. Harafturat kemur trýstið frá áskoðaraplássunum eisini at spæla inn, tí tað verður ein proppfullur Tórsvøllur, sum kemur at fylgja spentur við, sigur Jens Hákun Leo, sum endar við at greiða portugisum frá, at øll kenna Cristiaon Ronaldo, og hvat hann dugur, men ávarar portugisar um, at ansa sær fyri Halli Hanssyni og Jóan Símuni Edmundssyni.

Upprunagreinin er at lesa her.