Mynd:

Posta: - Rætta løtan at einskilja



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Sverri Egholm

17.05.2018 - 16:56

Tíðindi >

Út frá tilgongdini, arbeiðinum og úrslitunum seinastu árini og út frá framtíðarvánunum, verður hildið, at hetta er rætta løtan.

Tað skrivar Posta í tíðindaskrivi í dag, har eisini verður boðað frá, at felagið hevði yvirskot fimta árið á rað.

Landsstýrismaðurin í vinnu- og uttanríkismálum, Poul Michelsen, hevur sent uppskot til hoyringar um at einskilja almenna partafelagið. Hoyringarfreistin er 24. mai.

Í 2017 vaks sølan hjá Posta við seks prosentum, og samlaða sølan var 102,3 millónir krónur. Hóast brævamongdin er fallandi, hevur felagið megnað at økt um søluna á øðrum vinnuøkjum. Úrslitið fyri skatt gjørdist 4,2 milliónir krónur.

Les eisini: Posta hevði yvirskot fimta árið á rað