Posturin verður borin út í niðurbrendum íbúðarøki



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Ingi Samuelsen

12.10.2017 - 11:47

Tíðindi > Uttanlands > Vanlukkur

Skaðarnir í amerikanska býnum Santa Rosa í norðara parti av Kalifornia eru ógvusligir eftir skógareldarnar, ið hava herjað økið seinastu dagarnar. Yvir 500 bygningar eru brendir í grund og minst 23 fólk hava latið lív í Kalofornia orsaka av eldunum síðan 8. oktober.

Men hóast ein heilur býarpartur í Santa Rosa er brendur í grund, hevur eitt postboð frá amerikanska postverkinum, United States Postal Service trúfast røkt sítt starv og latið brøv til teir matriklar, sum enn hava ein postkassa, ið kann brúkast.

Sí hugtakandi og ræðandi myndirnar av útbrenda íbúðarøkinum.