Beinagrindin kemur upp á land - við virðing (Mynd: Poul Jóhan Djurhuus)

Poul Jóhan: - Eg vóni at málið fær ein virðiligan enda

Snorri Brend

03.09.2014 - 17:31

Tíðindi > Lóg & Landaskil > Løgregla

- Eg vóni bara, at hetta málið fær ein virðiligan enda.

Tað sigur Poul Jóhan Djurhuus (sí mynd niðast) sum seinnapartin í gjár var staddur í bátahylinum við Ljósa – júst um tað mundið, tá kavarar komu á land við nógv umrøddu beinagrindini.

Hann var í roynd og veru einsamalt fólk á staðnum, og sá tí eisini, tá gummibáturin TÓR kom inn um grótkastið við bátahylin í Ljósá við eini serligari last.

Umborð var tann nógv umtalaða beinagrindin, sum frítíðarfroskmaðurin, Niklas Restorff Jacobsen, kom framá seinasta sunnudag.

- Hetta málið fyllir nógv hjá nógvum, sigur Poul Jóhan Djurhuus.


ÓMAKUR
Poul Johan hevur skrivað eina grein á Sandoyarportalinum, har hann greiðir frá løtuni í bátahylinum við Ljósá.

Hann greiðir soleiðis frá:

- Klokkan16.25 kom børan við beinagrindini upp á land.

- Hóast eingin veit hvør persónurin er, so høvdu bjargingarfólkini gjørt sær ómak at pakka líkið inn, við teirri virðing sum altið krevst umkring ein deyðan persón. Og løtan var einki undantak í so máta.

Løtu seinni fór líkvognurin hjá Tórshavnar sløkkiliði beinleiðis á Landssjúkrahúsið við líkinum.


TEKUR TÍÐ
Poul Johan fekk orðið á Jón Klein Olsen, kanningarleiðara, sum greiddi honum frá, at beinagrindin lá ikki samanhangandi, men meiri spjadd enn hvat teir fyrst hugsaðu:

- Tað lukkaðist tí heldur ikki at fáa alt upp í einum. Av tí sama kemur “puslispælið” at taka longri tíð at byggja enn mett, fekk Poul Johan at vita.

- Hetta verður ikki bara sum at siga tað.

Sambært tí, sum Poul Johan sigur, so var ætlanin at fara aftur á økið í dag, til tess at fínkemba økið, sum er avmerkt við pelum.

- Tað er sera torført at gera hetta arbeiðið, tí talan er um 20 metra dýpi, har tað er bleyt móra, ógvuliga gruggut og vánaligt sýni.


FLEIRI SAKNAÐI
Poul Johan Djurhuus greiðir frá, at fleiri føroyingar eru saknaðir.

- Verður farið nøkur ár aftur í tíðina, so eru tað 12 persónar, sum eru saknaðir við økið kring Føroyar, sigur kanningarleiðarin.

Streymviðurskiftini í Føroyum eru soleiðis háttað, at eitt lík kann reka við streyminum alla staðir.

Í hesum sambandi vónar løgreglan, at serkøna vitanin úr Danmark kann staðfesta, hvussu leingi beinagrindin hevur ligið í sjónum.

- Styttri tíð, ið líkið hevur ligið í sjónum, tess lættari verður uppkláringin.Og Poul Johan endar grein sína á Sandoyarportalinum soleiðis:

- Tað eru óivað fleiri, sum í dag ganga við sínum egnum hugsanum og vónum við atliti til tað drama, sum er farið fram seinastu dagarnar.

- Eg vóni og ynski, at tey røttu avvarðandi skjótt vilja fáa ein virðiligan avslutning av einum sorgarmáli, sum má hava fylt nógv í gerandisdegnum hjá viðkomandi familju.