Ann-Marie Nyroos saman við konslahjúnunum Poul og Sólrún Michelsen (Mynd: Ivan Poulsen / finland.dk)

Poul Michelsen kommandørur av finska ljóninum



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Ingi Samuelsen

16.01.2015 - 19:20

Tíðindi >

Aðalkonsul Finnlands í Føroyum, Poul Michelsen, er nú heiðraður við ”Kommendörstecken av Finlands Lejon”. Tað hendi við eitt hátíðarhald mánadagin á finsku sendistovuni í Keypmannahavn.

Finska sendistovan skrivar á heimasíðu síni, at tað er forseti Finnlands, Sauli Niinistö, sum hevur útnevnt Poul Michelsen til heiðurin, ið varð handaður av Ann-Marie Nyroos, sendikvinnu Finnlands til Danmarkar.

Nyroos takkaði í røðu síni heiðurskonslinum fyri trúfasta tænastu. Poul Michelsen hevur verið finskur konsul síðan 2001. Sendikvinnan vísti á, at Poul Michelsen íðin hevur vart finsk áhugamál innan mentan og handil.

Í røðu síni vísti sendikvinnan á, at umframt samstarv á politiskum støði, er eisini samstarv millum tjóðirnar í fólksligum høpi. Longu í 1975 var vinafelagið Tjaldur stovnað í Finnlandi. Felagið fremur sambandið millum Finnland og Føroyar og hevur í dag áleið 300 limir.

Eisini nevndi sendikvinnan á landsdystin í fótbólti í fjør, sum finnar fylgdu spentir við – dysturin hevur eisini skapt øktan áhuga millum finnar at vitja Føroyar.

Finski Lejon-heiðurin varð stovnaður í 1942. Heiðursmerkið verður givið fyri bæði hernaðarligar og sivilar tænastur. Forseti Finnlands er stórmeistari av ordaninum, og ber Stórkrossin. Heiðursteknið er teknað av gitna finska gullsmiðinum Oskar Phil, sum eitt skifti arbeiddi fyri Fabregé, skrivar finska ambassadan á netinum.