(Mynd: EPA)

Powers Bothe deyður 68 ár



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Ingi Samuelsen

15.05.2017 - 13:10

Mentan > List > Leiklist

Amerikanski sjónleikarin, Powers Boothe, er deyður, 68 ára gamal

- Powers doyði sovandi av natúrligum orsøkum, segði umboðskvinnan hjá sjónleikaranum við amerikanskar fjølmiðlar í dag.

Powers gjørdist kendur, tá hann í 1980 vann Emmy-virðisløn fyri sín leiklut sum samkomuleiðaran Jim Jones í filminum ”Guyana Tragedy: The Story of Jim Jones”, um amerikanska trúðarsamfelagið Peoples Temple, ið flutti við karismatiska samkomuleiðaranum til Guyana, har tey framdu kollektivt sjálvmorð í Jonestown í 1978. (sí brot úr sendirøðini herundir)

Powers hevur havt fleiri filmsleiklutir, men er helst meira kendur fyri sínar leiklutir í vælumtóktum sjónvarpsrøðum, sum ”Philip Marlowe”, sum Cy Tolliver í ”Deadwood”, varaforseti ”24”, foresti í ”24: Redemption”, judge Wall Hatfield í ”Hatfields & McCoys” og Lamar Wyatt í ”Nashville”.