Prædikur eftir Kristian Osvald Viderø samlaðar í bók



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Tíðindaskriv

12.03.2018 - 15:25

Tíðindi > List > Bókmentir

Nýggj bók er komin út við prædikum hjá Kristian Osvald Viderø, presti.

Í bókini eru prædikur til fyrru og seinnu tekstarøð. Harumframt eru tríggjar prædikur til hvørt av teimum seks biðikvøldunum í føstu.

Bókin er 742 síður og fæst óinnbundin og við stívari permu.

Trina Viderø hevur givið bókina út á egnum forlagi.

Bókin fæst til keyps hjá forlagnum og í bókahandlunum.