Mynd: EPA

Premier League: Arsenal vann fyrsta dystin

Rakul Matras Absalonsen

12.08.2017 - 09:15

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur

Í gjárkvøldið varð kappingarárið í Premier League skotið í gongd, tá dystur var á Emirates Stadium í London. Arsenal tók ímóti Leicester, og tað bleiv ein málríkur dystur.

Tá bert tveir minuttir vóru spældir, skoraði Lazarette fyri Arsenal, og í 5. minutti javnaði Okazaki fyri Leicester.

Liðini skiftust síðani um at skora, tí eftir hetta bleiv tað 1-2, 2-2, 2-3 og 3-3. Í 85. minutti avgjørdi Olivier Giroud dystin, tá hann skoraði til 4-3. Arsenal vann sostatt fyrsta dystin í Premier League í ár.

Í dag eru sjey Premier League-dystir á skránni. Tann fyrsti byrjar longu klokkan 12.30, tá Watford tekur ímóti Liverpool. Fimm dystir byrja klokkan 15, og ein klokkan 17.30.