Premier League av álvara skotið í gongd í dag

Steinar Patursson

12.08.2017 - 14:04

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur

Fyrsta umfar í Premier League byrjaði í gjár, men tað er í dag, at kappingin av álvara verður skotin í gongd.

Sjey dystir eru á skránni í dag, og fyrsti dysturin er longu spældur. Hann var millum Watford og Liverpool, og hann endaði við javnleiki 3-3.

Um fyrstu tveir dystirnir í ár skulu geva nakrar ábendingar um komandi kappingarár, so verður ivaleyst talan um eitt spennandi ár, tí báðir dystirnir hava verið fullir í spenningi og ikki minst málum.

Arsenal vann 4-3 á Leicester í gjár í einum spennandi og dramatiskum dysti, og dysturin millum Watford og Liverpool endaði við 3-3 javnleiki í dag, har liðini skiftust um at vera á odda, til Britos javnaði fyri Watford í evstu løtu.

Dystarskráin restina av degnum sær soleiðis út:

Kl. 15:00

Chelsea - Burnley

Crystal Palace - Huddersfield Town

Everton - Stoke City

Southampton - Swansea City

West Brom - AFC Bournemouth

Kl. 17:30

Brighton & Hove - Manchester City

Seinastu dystirnir í fyrsta umfari verða spældir í morgin. Teir eru:

Kl. 13:30

Newcastle - Tottenham

Kl. 16:00

Manchester United - West Ham