(Mynd: EPA)

Premier League setur met: Dystur verdur yvir eina milliard pund

Ari av Rana

01.12.2017 - 13:49

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur

Tá Manchester United og Arsenal bresta saman í dysti leygardagin, er tað fyrstu ferð í Premier League søguni, at ein dystur verður millum tvey feløg, sum tilsamans hava ein umsetning á yvir eina milliard pund.

Umsetningurin hjá Arsenal í fjør var 424 milliónir pund, meðan Manchester United setti met við umsetning á 581 milliónir pund. Tilsamans hava feløgini umsetning á 1.05 milliardir pund.

Sambært fíggjarliga greiningarstovuni Vysyble, er orsøkin til stóra umsetningin, at feløgini fáa ovurstóra inntøku við nýggju sjónvarpsrættindunum.