Seinast eitt enskt lið vann Champions League, var tá Chelsea vunnu í 2011/20012. Manglandi vetrarsteðgur í Onglandi verður oftani brúkt sum grundgeving, fyri at ensku liðini ikki klára seg betri í Champions League

Premier League umhugsar at hava vetrarsteðg

Ari av Rana

06.02.2018 - 21:04

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur

Stórar fótbóltstjóðir, eitt nú Spania, Týskland, Italia og Frakland, hava vetrarsteðg í fótbóltskappingarárinum. Og spurningurin um enska Premier League eisini eigur at hava vetrarsteðg hevur ofta verið frammi. Serliga eru tað venjarar, sum koma til Premier League, sum vísa á trupulleikarnar við ikki at geva leikarunum ein vetrarsteðg.

Nú verður hetta møguliga veruleiki. Nú samráðingar eru um nýggja sjónvarpsavtalu um rættindi at vísa Premier League, er vetrarsteðgur partur av samráðingunum, skrivar BBC.

Tað hevur annars verið siðvenja í Onglandi, at nógvir dystir verða spældir í vetrarmánaðunum, har liðini spæla Premier League og FA Cup dystir, meðan nøkur lið enn eru við í Carabao Cup.

Men tætta programmi um jólini fær ofta mótstøðu frá útlendskum venjarum, sum siga, at hetta fer við ov nógvar orku hjá spælarunum. Tætta programmi verður ofta brúkt sum ein av grundgevingunum fyri, at ensku feløgini ofta hava tað trupult, í síðstu dystunum í Champions League.

Gerst vetrarsteðgurin veruleiki, verður tað í fyrsta lagið í 2019/2020 kappingarárinum.