Uppslag um bøn fyri Løgtingsvalinum. Mynd: vp.fo

Prestar fara at biðja fyri valinum og hjúnabandinum



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Marin Eidesgaard

26.08.2015 - 18:02

Tíðindi > Trúarlív

Kringvarpið boðaði í gjárkvøldið frá, at leygardagin fara prestar og samkomuleiðarar at biðja fyri løgtingsvalinum, samgongumøguleikum og serliga hjúnarbandinum.

Forbønin verður á Tinghúsvøllinum, sum er mitt í Havnini. Prestarnir halda, at kristni grundvøllurin er meira hóttur enn nakrantíð.

Ein almenn bønaráheitan er farin út til fólki, og har eru bønir til hvønn dag í vikuni fram til valið, ið skulu sigast heima við hús.

Hóast prestar úr fólkakirkjuni eru við í almennu bønaráheitanini, er fólkakirkjan ikki við í átakinum. 

Hoyr innslagið hjá KVF her.