(Mynd: kongehuset.dk)

Prinsurin verður kórsettur 20. februar – ynskti at brennast

Ingi Samuelsen

14.02.2018 - 10:23

Tíðindi > Tíðindi > Kongalig

Tað verður ikki hildin nøkur stór jarðarferð fyri Henrik prinsi, sum doyði í gjárkvøldið.

Kongshúsið boðar í dag frá, at prinsurin verður kórsettur í Christiansborg Slotskirke 20. februar klokkan 11, og at hann sjálvur ikki ynskti at nógv skuldi gerast burturúr. Talan verður um eitt lítið minnishátíðarhald við nærmastu familjuni og vinum.

Prinsurin hevur eisini sjálvur ynskt, at hann verður brendur. Helmingurin av øskuni skal spjaðast út yvir danskan sjógv, og at hin helmingurin skal gravast niður í privata urtagarðinum við Fredensborg Slot.

Um hetta hendir, er tað fyrstu ferð, at ein limur í danska kongshúsinum verður brendur – kremeraður.