Prísirnir á brennievni hækkaðir mest


Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn



Rakul Matras Absalonsen

17.07.2017 - 13:30

Tíðindi > Vinna & Tøkni > Brúkaramál

Annan ársfjórðing í ár vóru brúkaraprísirnir 1,3 prosent hægri enn annan ársfjórðing í fjør. Hetta er størsti árligi prísvøksturin síðani fjórða ársfjórðing í 2012. Fyrsta ársfjórðing í ár var árligi prísvøksturin 1,2 prosent.

Farna ár eru prísirnir farnir upp í øllum høvuðsbólkum uttan í bólkunum klædnavørur og fótbúnaður, innbúgv, húsbúnaður o.l. og ymiskar vørur og tænastur.
Prísirnir á brennievni eru hækkaðir mest og hava eisini størstu ávirkanina á brúkaraprístalið. Teir eru hækkaðir 10 prosent, og flutningur er hækkaður við 3,1 prosentum.

Brenniolja til húsarhald er hækkað við 19,2 prosentum.
Prísurin á ravmagni er lækkaður við 3,1 prosentum.
Býlisútreiðslurnar eru dýrkaðar 4,3 prosent seinasta árið.
Árligi prísvøksturin á matvørum var 0,3 prosent annan ársfjórðing í mun til 0,6 prosent fyrsta ársfjórðing.

Størsta príslækkingin var í bólkunum klædnavørur og fótbúnaður og ymiskar vørur og tænastur.

Brúkaraprístalið er hækkað 0,5 prosent frá fyrsta til annan ársfjórðing.
Størsti prísvøkstur seinasta ársfjórðing var í bólkunum innbúgv, húsbúnaður o.l., har hann vaks við 1,9 prosentum og rúsdrekka og tubbak, har hann vaks við 1,1 prosentum.

Prísirnir á matvøru fór 0,2 prosent niður seinasta ársfjórðing.
Brúkaraprístalið annan ársfjórðing var 118,1 samanborið við 117,5 fyrsta ársfjórðing. Annan ársfjórðing í fjør var brúkaraprístalið 116,6.