Savnsmynd (Mynd: Jens Kr. Vang)

Proceduran á skránni í morgin

Jens Hákun Leo

12.06.2018 - 20:06

Tíðindi > Lóg & Landaskil > Dómstólar og rættarmál

Í morgin stendur proceduran á skránni í tí sonevnda Øksarmálinum.

Proceduran inniber, at ákærin – Linda Margrethe Hesselberg - og teir báðir verjarnir í málinum – Óli Jákup Kristoffersen og Jógvan Páll Lassen - skulu koma við hvør sínum tilmæli um, hvussu tey meta, at nevningatingið skal døma í málinum.

Skulu teir báðir ákærdu finnast sekir?

Um ja, hvussu langan dóm skulu teir so fáa?

Ella skulu teir heldur hinvegin frífinnast?

Hetta eru nakrir av møguleikunum, sum ákærin og verjarnir hava. Rættarfundurin í morgin byrjar kl. 9, og er tað væntandi, at fundurin verður nakrar tímar til longdar, og at hann ikki endar fyrr enn út á seinrapartin.

Dómur í málinum fellur væntandi fríggjadagin. Tað er nevningatingið, sum tekur avgerð um, hvørt teir báðir ákærdu skulu finnast sekir ella ei, og saman við dómarunum í málinum – Honnu Vang og Henrik Møller – skulu teir 12 nevningarnir áseta longdina á teimum møguligu dómunum.

Tveir aðrir menn eru framvegis skuldsettir í Øksarmálinum, og er tað enn møguligt, at teir verða ákærdir, varð lagt upp til í Føroya Rætti í dag.

Teir vórðu upprunaliga handtiknir í sambandi við málið, men vegna vantandi prógv vórðu teir skjótt leyslatnir aftur.