(Mynd: EPA)

Puigdemont á veg til Danmarkar – kann verða handtikin

Ingi Samuelsen

22.01.2018 - 06:57

Tíðindi > Uttanlands > Politikkur

Leiðarin fyri frælsisrørsluni í Katalonia, Carles Puigdemont, letur seg ikki ræða av hóttanum um handtøku, um hann kemur til Danmarkar í dag, sum ætlað.

Alt bendir á, at Carles Puigdemont er í flogfarinum úr Brússel, ið eftir ætlan skal lenda í Keypmannahavn klokkan 8.35 í morgun, danska tíð. Tað skrivar spanska blaðið El Pais sambært Danmarks Radio.

Carles Puigdemont skal eftir ætlan luttaka á einum tiltaki á Keypmannahavnar Universiteti seinnapartin. Hetta er fyrsta uttanlandsvitjan hansara, síðan hann í oktober leitaði sær friðskjól í Belgia.

Fráboðanin um danmarkarvitjanina fekk spanska ákæruvaldið til at hótta við at senda út nýggj evropeisk handtøkuboð, ið skal tryggja, at Carles Puigdemont verður handtikin í Danmark, og latin til Spania.

Enn er ikki greitt, um eini slík handtøkuboð veruliga eru send út.

Puigdemont rýmdi til Belgia eftir at hann í oktober hevði lýst Katalonia sjálvstøðugt. Hetta varð av sponsku stjórnini mett at vera í stríð við grundlógina, og katalonska tjóðartingið varð tí sent heim, og nýval varð skrivað út. Eini evropeisk handtøkuboð vórðu send út um at handtaka Carles Puigdemont, men hesi vórðu tikin aftur 5. desember.

Handtøkuboð mótvegis Puigdemont eru framvegis galdandi í Spania, og tað merkir, at hann verður handtikin og fongslaður, um hann kemur til Spania, skrivar Danmarks Radio.