(savnsmynd)

Puls-pengar til konsertir í Føroyum


Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn



Ingi Samuelsen

16.05.2017 - 15:58

Mentan > Mentan > Konsertir

Mentanarhúsið í Fuglafirði, Norðurlandahúsið, Listastovan í Miðvági og Spaniastova í Klaksvík eru millum mentanarhúsini, sum í dag eru tilnevnd puls-fyriskiparar, tað vil siga skulu hýsa eina røð av konsertum, sum verða stuðlaðar av Norðurlendska Mentanargrunninum.

Grunnurin (Nordisk Kulturfond) hevur í dag játtað 4,1 milliónir danskar krónur til eina 46 ymisk konsertstøð, sum skulu skipa fyri meira enn 300 konsertum komandi trý árini.

Heili 105 konsertfyrireikarar søktu um at gerast partur av hesi puls-ætlanini hjá Norðurlendska Mentanargrunninum.

- Við puls-ætlanini er tað eydnast at venda siðbundna áskoðanina á tónleikaútflutning á høvdið og ístaðin hyggja at innflutningi av tónleiki frá øðrum Norðurlondum, sigur Benny Marcel, stjóri fyri mentanargrunnin.

Puls-fyriskipararnir hava fingið stuðul til at halda 309 konsertir. Stuðulin verður veittur í puljum, og fyrstu konsertirnar skulu haldast í tíðarskeiðinum august 2017 til august 2018.

Mentanarhúsið í Fuglafirði hevur fingið 100.000 krónur til at halda seks konsertir, meðan Norðurlandahúsið saman við Listastovuni í Miðvági, Spaniastovu í Klaksvík og Norðurbryggjuni í Keypmannahavn tilsamans hava fingið 151.000 krónur til at halda 13 konsertir.

Treytin fyri at gerst puls-fyriskipari er, at konsertstøðini skulu hava eina eginfígging upp á umleið tveir triðingar, og hetta merkir, at tað tilsamans verða hildnar puls-konsertir komandi árini fyri umleið 12 milliónir danskar krónur, skrivar Norðurlendski Mentanargrunnurin á heimasíðu síni.