Putin ætlar at tíggjufalda ferðsluna á landnyrðingsleiðini í Arktis í 2025



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Jan Müller

02.03.2018 - 16:43

Oljan > Olja > Arktis

Arktis stendur sera ovarliga á dagsskránni hjá russiska forsetanum, Vladimir Putin. Hann roknar sambært fleiri miðlum við, at ferðslan á landnyrðings siglingarleiðini í Arktis verður tíggufaldað í 2025.

Ferðslan í hesum økinum hevur alstóran týdning ikki bara fyri Russland men fyri flest øll lond, sum eru partur av Arktis og sum flyta vørur millum Europa og Asia og øvugt. Putin legði stóran dent á júst framtíðar siglingarmøguleikarnar í Arktis í nógv umrøddu røðu síni til russiska tingið, har hann viðgjørdi støðuna í Russlandi.

”Vit fara at styrkja vísindina, flutningin, navigatiónina og eisini herðnarliga infrastrukturin, sum fer at tryggja russisk áhugamál í hesi strategiskt týðandi regiónini,” segði Putin og vísti á, at landnyrðingsleiðin hevur alstóran týdning í hesum sambandi.

”Henda siglingarleiðin fer at verða lykilin til menningina av russiska partinum av Arktis og landslutunum í fjareysturi. Í 2025 fer ferðslan at vera tíggju ferðir so stór sum í dag ella umleið 80 mió. tons,” segði hann.

Japanska reiðaríið MOL skrivaði í vikuni undir uppá eina samstarvsavtalu við russiska ráðharraráðið fyri menning av fjareysturøkjum um at sigla gjøgnum landnyrðingsleiðina. Eisini kinverjar vísa hesi siglingarleiðini alstóran áhuga eins og onnur asiatisk lond, hvørs handil við Europa hevur alstóran týdning.