(Mynd: EPA)

Putin krevur skundfund í trygdarráðnum



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Ingi Samuelsen

14.04.2018 - 11:54

Tíðindi > Uttanlands - Kríggj

Forsetin í Russlandi, Vladimir Putin, krevur nú at trygdarráðið hjá ST verður kallað inn til skundfundar eftir at USA, Bretland og Frakland í nátt framdu eitt samskipað álop á Sýria. Tað skriva tíðindastovurnar AP og AFP í dag.

Hernaðarlitu tiltøkini í nátt møta mótstøðu fleiri staðir úr Russlandi. Anatoly Antonov, russiskur sendiharri í USA sigur, at atgerðirnar fáa avleiðingar, og at ábyrgdin verður løgd í Washington, London og Paris.

- At gera rissiska forsetan firtnan kann ikki góðtakast. USA, sum eigur heimsins størstu goymslu av evnafrøðiligum vápnum, hevur ongan rætt til at havast at øðrum londum, sigur hann millum annað í eini útsøgn, ið er almannakunngjørd á CNN.

Maria Zakharova, ið er talskvinna fyri russiska verjumálaráðið, sigur í eini fráboðan, at álopið rakti Sýria, tá ”landið endiliga hevði ein møguleika fyri friði”. Hon ákærir samstundis Hvítu Húsini fyri at lata seg stýra av fjølmiðlunum, skrivar tv2.dk.

Sambært einum talsmanni fyri sýriska forsetan, Bashar al-Assad, varð landið rakt av 30 rakettum. Sambært honum varð ein triðingur av teimum skotin niður, skrivar Reuters.

Forseti Fraklands, Emmanuel Macron sigur, at markið, sum Frakland setti í mai mánaði í gjør, er nátt.

- Tí eg gav fronsku deildunum boð um at fara til verka í nátt sum partur av altjóða tiltøkunum saman við USA og Stórabretlandi. Álopið var vent móti loyniligum evnafrøðiligum vápnagoymslum hjá sýrisu stjórnini, sigur hann.

Í eini røðu í Hvítu Húsunum í nátt greiddi Donald Trump, forseti, frá hví hann hevði givið boð um at leypa á.

- Eg gav okkara deildum boð um at seta í verk neyv álop, vend móti evnafrøðiligu vápnagoymslunum hjá Bashar al-Assad, forseta.

- Endamálið við okkara gerðum í kvøld er at tey skulu hava ræðandi ávirkan mótvegis framleiðslu, útbreiðslu og brúki av evnafrøðiligum vápnum, segði Trump.

Les eisini: USA, Bretland og Frakland lupu á Sýria í nátt