Recep Tayyip Erdogan, forseti í Turkalandi, Vladimir Putin, forseti í Russlandi og Hassan Rouhani, forseti í Irak (Mynd: EPA)

Putin og Erdogan vilja finna loysnir í Sýria



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Rakul Sjúrðardóttir Frederiksberg

15.04.2018 - 10:30

Tíðindi > Uttanlands > Annað

Forsetin í Turkalandi, Recep Tayyip Erdogan, og leiðarin í Russlandi, Vladimir Putin, hava tosað í telefon um støðuna í Sýria. Teir báðir eru blivnir samdur um at arbeiða fyri linna í økinum og leita eftir einari politiskari loysn. Tað upplýsir skrivstovan hjá Erdogan sambært DR.

Tíðliga leygardagin sendu USA, Frakland og Bretland 105 rakettir móti ymsum málum í Sýria. Álopið var sett i verk fyri at revsa sýriska valdsstýrið fyri at brúka kemisk vápn í býnum Douma síðsta vikuskifti, tá fleiri enn 40 fólk doyðu. 

Erdogan segði, at álopið var rætt. Hann helt, at óansæð, hvør stóð fyri álopinum, skuldu tey revsast fyri at brúka kemisk vápn. Putin heldur, at atsóknin er í stríð við altjóða lógir. Sambært russiska forsetanum eru tað ikki prógv fyri, at sýriska stýrið stóð fyri kemiska álopnum, og tí heldur hann, at eitt aftursvar skuldi havt bíðað til altjóða eftirlitsfólk høvdu kannað álopið.

Les eisini: USA, Bretland og Frakland lupu á Sýria í nátt