Vladimir Putin (Mynd: EPA)

Putin: Tað verður kaos, um vesturheimurin leypir á Sýria aftur



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Oda Strøm

16.04.2018 - 08:25

Tíðindi > Uttanlands - Kríggj

Russiski forsetin, Vladimir Putin, ávaraði í gjár um, at um vesturheimurin leypir á Sýria aftur, fer tað at hava kaos við sær fyri allan heimin. Tað segði hann í telefonsamrøðu við iranska forsetan, Hassan Rouhani, sambært Reuters. 

Teir eru samdir um, at álopið leygarnáttina hevur skatt møguleikarnir fyri eini samtykt um sjey ára langa stríðið um Sýria. 

- At USA, Bretland og Frankaríki søktu at trimum málum í Damaskus og Homs er í stríð við ST samtyktir, stendur í skrivinum frá Moskva. 

USA, Frankaríki og Bretland skutu leygarnáttina 105 missilir í Sýria, sum sambært Pentagon raktu evnafrøðiligar vápnagoymslur í landinum. Hetta varð gjørt sum aftursvar fyri eiturgassálopið, sum londini siga varð framt í Douma 7. apríl.