Mynd: Ólavur Frederiksen, Faroephoto

Radioútgerð fyri 400.000 fór í jólaódnunum

Sverri Egholm

10.01.2017 - 06:47

Tíðindi > Veðrið

Radioútgerðin hjá bjargingarfeløgunum, sum stóð á Sornfelli fór í ódnini. Talan er um útgerð fyri góðar 400.00 krónur. Tað segði Regin Jespersen, formaður í Landsfelagnum fyri bjargingarfelagnum við Kringvarpið í gjárkvøldið.

Útgerðin fór fyri skeytið í jólaódnini herfyri, tá norðari kupulin á Sornfelli fór. Útgerðin var ikki tryggjað, og tí eru góð ráð dýr hjá bjaringafeløgunum.

Men hjálp er møguliga á veg úr Íslandi, har tey savna pening inn til Føroyar. Enn hevur Regin Jespersen ikki fingið beinleiðis at vita, um peningurin kemur beinleiðis til bjargingarfeløgini, ella um hann eisini skal deilast út aðrastaðni, segði hann við Kringvarpið.

Í gjárkvøldið boðaðu fyrireikararnir av innsavningini í Íslandi frá, at upphæddin nú var komin upp á 4,3 íslendskar milliónir krónur. Tað eru góðar 269.000 danskar krónur, so enn er nakað á mál, um tað føroysku bjargingarfeløgini skulu fáa alla útgerðina endurrindaða í stuðli frá íslendingum.