Savnsmynd: Kiran Jóanesarson

Rækjuskipari: - Vit eru als ikki líka fyri lógini



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Kiran Jóanesarson

24.01.2018 - 07:03

> Tíðindi > Føroyar

Í síðstu viku kom fram, at Føroyar hava mist umleið 1,4 milliardir í rækjum.

Hetta varð staðfest tá ið Kári P Højgaard løgtingslimur fyri Sjálvstýrið spurdi Høgna Hoydal, landstýrismann í Fiskivinnumálaum, um ófiskaðar rækjur seinastu árini.

Vit hava sett okkum í samband við Bjarna Petersen, sum er annar skiparin á einasta føroyska rækjuskipinum, sum er eftir í flotanum.

Bjarni sigur beinanvegin, at tað er spell at miðlarnir ikki eisini tosa við teir, so báðar søgurnar koma fram í málinum.

- Tað er løgið, at útvarpið ikki tosar við okkum, sum eru í vinnuni eisini um hví vit ikki útnytta kvoturnar meira, sum eru her. Sannleikin er tann, at vit eru als ikki líka fyri lógini, sigur Bjarni Petersen, skipari á Arctic Viking.

- Samstundis sum slagorðið er kappingarføri, so sita okkara fólkavaldu, og hugsa hvussu teir kunnu kroysta sitrónina enn meira við tilfeingisrentum og øðrum.

Bjarni Petersen, skipari sigur víðari, at Arctic Viking nú er eisini einasta rækjuskipið, sum er eftir í føroyska flotanum.

- Thor legði kongin í 2015, og í fjør varð Havborg seld til russar.

Føroyingar sleppa ikki at fiska á bestu rækjuleiðum í russiskum sjógvi, hóast føroyingar sjálvur funnu hesa leiðina, og tað undrar skiparan almikið.

Eitt annað, sum skiparin hartar føroyskar mynduleikar fyri er, at rækjuskipini slett ikki hava somu treytir í russiskum sjógvi, sum russar hava í føroyskum sjógvi.

- Vit skulu sigla 2000 sjómíl afturat vanligari sigling, tí vit skulu til kjekkpoint hjá russum. Hetta kostar okkum nógv í olju, og hetta er hvørjaferð vit skulu út ella inn í russiskan sjógv at fiska. Og tað løgna er, at russar slett ikki skulu gjøgnum tað sama í føroyskum sjógvi.

Ein annar trupulleiki er, at um tað er meira enn 0,01% av kongafiskayngli í, so verður økið stongt. Eisini steingja russar sjóøki regluliga, av tí at teir skulu hava skjótivenjingar.

Ein stórur missmunur verður eisini gjørdur á føroyskum skipum og skipum frá ES.

Eitt nú hava fiskiskip frá ES londum loyvi, at hava hjáveiðu í NEAFC partinum av Barentshavinum. Hetta hava føroysk skip ikki.

- Tað svarar til 20 mio krónur um ári. Teir seta posa fyri holið í ristini, har so øll onnur fiskasløg fara í, hjá okkum fara skrubbur, toskur og svartkalvi trallandi útaftur, og eta síðan rækjurnar, sum vit skulu fiska, sigur Bjarni Petersen.

Treytirnar hjá hinum skipunum, sum fiska her eru heldur ikki tær somu tá tað kemur til treytir umborð.

- Skipini frá ES, sum fiskað her, hava umleið 15-20% minni av manningarútreiðslum enn hvat vit hava. Norsk reiðarí sleppa at taka 8% av brutto til sín sjálvs, sum so fer til endurnýggjan av flotanum. Eisini hava norsk reiðarí NOX gjaldið, sum teir kunnu brúka til nýggjan motor og annað, og fáa 80% fíggjað frá statinum, upplýsir Bjarni Petersen skipari á Arctic Viking, til endands í samrøðuni.

Arctic Viking er tað einasta rækjuskip, sum er eftir í føroyska fiskiflotanum. Føroyar hevði fyri nøkrum árum síðan heimsins størsta rækjuflotan, sum var spildurnýggjur frá byrjan og varð endurnýggjaður seinni. Eitt nú bygdi Kjartan Joensen ein nýggjan Hviltenni fyrst í hesi øldini.

Arctic Viking er bygdur á Langsten í Norra í 1986, skipið er seinni dagført nógv, men ikki nýtt.