Mynd: Shipspotting.com

Rækjutrolarin Havborg seldur


Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn



Sverri Egholm

18.03.2017 - 18:36

Tíðindi > Vinna & Tøkni > Fiskivinna

Í eina tíð hevur arbeitt verið við at selt rækjutrolaran Havborg, men nú er hann seldur til Russlands. Tað váttar Tummas Justinussen, reiðari, fyri Kringvarpinum.

Hann sigur, at eftirspurningurin eftir hasum slagnum av skipinum er stórur í løtuni, og tí er tíðin at selja tann rætta. Tummas Justinussen vil ikki upplýsa søluprísin, men sigur, at tað er selt fyri væl meira enn tað, sum tað varð keypt fyri. Havborg varð keypt 30 milliónir krónur.

Sum skilst heldur ein partur av manningini fram umborð í fyrsta umfari. Ætlanin at keypa eitt nýtt og betri skip innan fyri rímuliga tíð, sigur Tummas Justinussen, reiðari við Kringvarpið.