Rættað: Ikki silvur í liðtriatlon kortini

Ingi Samuelsen

25.06.2017 - 18:24

Ítróttur > Ítróttur > Triathlon

Fyriskipararnir av oyggjaleikunum hava nú rætta tíðindini um, at Karina Ottosen og Annelisa Møss funnu silvur.

Dagførda úrslitatænastan sigur nú, at silvurið fór til Guernsey og bronsan til Hetlands.

Orsøkin er tann, at ivi hevur staði um, hvørt liðkappingin skuldi telja fyri tær fyrstu tvær ella fyrstu tríggjar.

Vanliga skulu tríggir lutakarar vera fyri at telja í slíkum kappingum, men av tí, at tað eru so fáar oyggjar, sum hava so nógvar luttakarar við, var talan um at tær fyrstu tvær skuldu telja. Um so hevði verið, høvdu Føroyar fingið silvur.

Men onkur hevur mótmælt, og úrslitið er nú broytt soleiðis, at Føroyar ikki komu upp á tal í liðkappingini - tíverri.