(Mynd: AP)

Rættarmál um víðagitna brúdleypskøku er byrjað



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Ari av Rana

06.12.2017 - 09:59

Tíðindi > Uttanlands > Annað

Rættarmálið, har ein bakari í USA noktaði at baka eina brúdleypskøku til eitt samkynt par, byrjaði í Hægstarætti í USA í gjár. Sakin, sum hevur fingið sera stórt uppmerksemi frá tiðindamiðlum, er nú vorðin ein sak um virðir, skrivar DR.

Charlie Craig og David Mullins skuldu giftast í Colorado, og vildu tí bíleggja eina brúdleypskøku. Men bakarin, Jack Phillips, noktaði fyri hesum.

Jack Phillips bjóðaði parinum at baka eina vanliga køku, men hann vildi ikki baka teimum eina brúðarkøku, tí at hann ikki stuðlar vígslu av samkyndum persónum. Bakarin segði, at tað gekk ímóti hansara trúgv.

Parið stevndi tí bakaran fyri at gera mismun, og hevur vunnið sakina á lægri rættarstigum. Dómurin er tó kærdur, og byrjaði í gjár í Hægstarætti í USA.

Sakin kann fáa stóran týdning fyri rættindi hjá samkyndum í USA. Stjórnin hjá Trump hevur longu sagt seg stuðla bakaranum.