Rættarmálið móti Peter Madsen byrjaði í dag

Ingi Samuelsen

08.03.2018 - 09:08

Tíðindi > Danmark

Býarrætturin í Keypmannahavn fór í morgun undir mest umrødda og sjáldsamasta rættarmálið í danmarkar søgu.

Talan er um revsimálið móti kavbátaskiparanum, Peter Madsen. Journalistar úr 12 ymsum londum hava boðað frá, at tey vera til staðar undir rættarmálinum.

Longu nú er greitt, at 47 ára gamli rakett- og kavbátaserfrøðingurin verður dømdur, skrivar Ritzau.

Madsen hevur nevniliga viðgingið, at hann skar líkið av svenska journalistinum Kim Wall sundur á einum túri í heimagjørda kavbátinum UC3 Nautilus. Men hann noktar fyri, at hann hevur dripið 30 ára gomlu kvinnuna. Hann noktar eisini fyri at hava misnýtt hana kynsliga.

Av teirri orsøk eru 12 dagar settir av til rættarmálið, har 37 vitni skulu avhoyrast. Ákærumyndugleikin hevur eisini sett sær fyri at prógva, at ógvusliga drápið hendi eftir at vera væl fyrireikað frammanundan.

Sambært ákæruni hevði Peter Madsen útgerðina við sær, sum varð brúkt áðrenn hann 10. august sigldi út á Oyrasund við gestinum.

Hesar fyrireikingarnar kunnu vera avgerandi fyri, um tað eydnast serliga ákæranum, Jakob Buch-Jepsen, at prógva málið.

Vanliga verða dráp ikki revsað við lívstíðardómi, men í hesum málinum sær ákærin so mikin nógvar tyngjandi umstøður, at tey fara eftir lívstíðardómi.

Meðan Peter Madsen hevur sitið í varðhaldsfongslið hesar seinastu sjey mánaðirnar, eru nógvar tyngjandi upplýsingar í málinum dagaðir fram.

Eitt nú, at hann skuldi hava greitt frá at hann hevði ætlanir um at drepa í kavbátinum. Løgreglan hevur eisini funnið myndir og filmar á telduni hjá honum av kvinnum, ið verða píndar og dripnar.

Álitið á hin ákærda er eisini viknað eftir at Madsen aftur og aftur hevur broytt sína frágreiðing. Men hann heldur tó framvegis uppá, at Wall doyði í eini vanlukku, møguliga orsaka av kolsúrniseitran.

Enn hevur hann tó ikki svarað uppá – alment, í hvussu so er – hví tað vorðu funnin 14 knívsstungur í kviðinum hjá Kim Wall.

Heldur býarrætturin ikki, at dómurin kann vera lívstíðarfongsul, fer ákærumyndugleikin at biðja um, at hann verður dømdur í trygdarvarðhald í lívstíð.

Sambært rættarlæknaráðnum er Madsen so vandamikil, at tað er óráðiligt at seta ein endadag á innlæsingina.