Mynd: EPA

Rættarsak móti Pokemon Go

Steinar Patursson

03.08.2016 - 15:26

Tíðindi > Uttanlands > Annað

Farið er nú undir eina rættarsak móti skaparunum handan Pokemon Go spælið, ið seinastu vikurnar hevur verið at sæð um allan heim.

Tað er ein amerikanskur maður, ið hevur lagt sak móti Niantic, Nintendo og The Pokemon Company, tí hann metir, at feløgini hava ikki tikið fyrivarni fyri teimum brotum á privatlívið, ið standast av spælinum.

Maðurin sigur sambært BBC, at nógv fremmandafólk uppihalda seg í túninum hjá honum, og minst fimm teirra hava bankað uppá fyri at sleppa inn, meðan tey hava spælt Pokemon Go.

Talan er um eitt bólkasakarmál, tí í øllum førum tvey onnur skulu vera við í sakarmálinum, tí at sokallað PokeStops og PokeGyms vórðu sett á bústaðir teirra, og tað hevði við sær, at fremmandafólk óynskt leggja sær leiðina fram við har at spæla.

Nógv søgulig støð og parkir hava heitt á gestir sínar um ikki at spæla Pokemon Go, meðan gestirnir eru har, so sum minnissavnið fyri Holocaust í Washington og týningarlegan Auschwitz.

Friðarparkin í Hiroshima í Japan er tó farin eitt stig longri, og hevur biðið Pokemon Go um at taka parkina burtur úr spælinum.